Góðan morgun Føroyar

Eg hugsi altíð um ferðafólkini
29-11-2018
- Her eru øll sløg av fólkum við á túrunum, og eg vil altíð hava, at øll fáa eina góða uppliving, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli

- Tað besta er, tá veðrið er gott, tí tá eru øll glað.

Soleiðis sigur Niels Harald Michelsen, sum seinastu 11 árini hevur siglt sum skipari á Smyrli. Eitt starv honum dámar sera væl.

Í nógv ár sigldi Niels Harald Michelsen annars uttanlands, men hann sigur seg  trívast nógv betur við at røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð:

- Her komi eg í samband við nógv fólk, og harafturat eri eg ikki so nógv burturi frá familjuni, og tað er nakað, sum mann fer at hugsa meir og meir um, eldri mann blívur, sigur Niels Harald Michelsen.

Hesi 11 árini sum skipari á Smyrli hava givið honum nógvar ymiskar upplivingar. 

Í morgunsendingini greiddi Niels Harald Michelsen frá hesum upplivngunum, sum ikki allar hava verið líka hugaligar.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024