Góðan morgun Føroyar

43 ár í barnatannrøkt
30-11-2018
Naja Mols Mortensen hevur í dag sín seinasta arbeiðsdag í Barnatannrøktini á Tvøroyri, har hon hevur arbeitt seinastu 43 árini.

- Tá eg byrjaði, var tað púra vanligt, at nógvar tenn máttu trekkjast út, tí tær vóru í so ringum standi. Soleiðis er ikki í dag, tí nú læra foreldur um tannrøkt, longu tá barnið er bara nakrar mánaðir.

Soleiðis sigur Naja Mols Mortensen, sum seinastu 43 árini hevur arbeitt í Barnatannrøktini á Tvøroyri.

Í dag hevur Naja Mols Mortensen sín seinasta arbeiðsdag, tí hon fer frá fyri aldur.

- Eg fari at sakna starvsfelagarnar, og øll fólkini og børnini, sum eg eri komin í samband við øll hesi árini. Men eg havi nógv áhugamál, so eg fari neyvan at keða meg, sigur Naja Mols Mortensen.

Í morgunsendingini greiddi hon frá arbeiðinum, sum hon hevur havt í 43 ár, og hvussu barnatannrøkt er broytt til tað betra øll hesi árini.
 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024