Góðan morgun Føroyar

Synir Merle Haggard koma á Countryfestivalin
30-11-2018
Allan Samuelsen sigur, at festivalurin leingi hevur ynskt at fáa Ben og Noel Haggard til Sørvágs

Tveir synir hjá countrystjørnuni, Merle Haggard, verða høvuðsnavn á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, sum verður 13. til 15. juni 2019. 

Talan er um teir báðar, Ben og Noel Haggard, sum hava tikið upp arvin eftir pápan, og nú ferðast kring heimin og framføra tónleikin hjá Merle Haggard saman við gamla bólki hansara,The Strangers.

- Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski hjá okkum at fáa Haggard brøðurnar hendavegin. Vit vita, at tað eru heilt nógv í Føroyum, sum elska góðu sangirnir hjá Merle Haggard, og við Noel og Ben er tað næstan sum at hava ta ektaðu vøruna á countryfestivalinum, sigur Allan Samuelsen, ein av fyrireikarunum av festivalinum, sum næsta ár verður hildin á áttanda sinni.

Merle Haggard var ein av legendunum í amerikanska countrytónleikinum. Hann var virkin sum sangari og sangskrivari so at siga heilt til hann gjørdist sjúkur og doyði í apríl 2016, 79 ára gamal.

Merle Haggard var giftur fimm ferðir. Við fyrstu konu síni fekk hann fýra børn, eitt nú Marty og Noel, sum báðir eru virdir sangarir, og minna ikki sørt um pápan, bæði í rødd og útsjónd.

Í seinastu giftuni, fekk Merle sonin Ben, sum í dag er 26 ára gamal. Hann og 55 ára gamli hálvbróðurin, Noel, ferðast nú runt og syngja kendu sangirnar hjá pápanum.

Elstu børnini hjá Merle Haggard høvdu ikki so nógv samband við pápan, tá hann var ferðandi tónleikari, men øðrvísi er við yngsta soninum. Ben gjørdist fastur guittarleikari í bólkinum hjá Merle Haggard longu sum 15 ára gamal.

Eftir at Merle doyði, hava Ben og Noel tikið uppgávuna at føra familjuarvin víðari. Teir átóku sær enntá at spæla tær konsertir, sum Merle hevði á avtalukalendaranum tá hann doyði.

Tað var ikki fyrr enn pápin doyði, at yngsti sonurin, Ben, av álvara fór at gera alt meira við at syngja eisini. Tað er sum guittarleikari, at Ben Haggard fyrst gjørdi vart við seg, og hann hevur eitt nú eisini spælt saman við kendum sangarum, so sum Blake Shelton, Vince Gill og Toby
Keith.

Men pápin ynskti, at sonurin skuldi framføra sínar sangir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024