Góðan morgun Føroyar

Tey, ið bera brek ikki vard nóg væl
03-12-2018
- Tá verkfall rakar, verða nøkur teirra, ið bera brek, ikki nóg væl vard, sigur Tóra við Keldu, forkvinnan í Megd

 Í dag er altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek. Tað eru Sameindu Tjóðir, ið hava ásett henda dag. Dagurin er ein hátíðardagur hjá felagskapinum Megd, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í felagnum.

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, og Katrin Dagbjartsdóttir, ið ber brek, halda, at nógvir batar eru gjørdir á brekøkinum í Føroyum. Eitt nú verða sendingar fyri tunghoyrd tekstaðar, og harafturat er hugburðurin mótvegis teimum, ið bera brek, blivin betur.

Dagurin verður somuleiðis eisini nýttir til at varpa ljós á viðurskifti, ið eiga at verða bøtt um. Eitt av hesum viðurskiftum er vernd hjá teimum, ið bera brek, tá verkfall rakar. Tað eru áleið fýra ár liðin, síðani ST heitti á Føroyar um at bera so í bandi, at breksáttmálin verður hildin so fólk, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni. Megd boðaði frá tá, at mismunur kundi standast, tá verkfall rakar. Tá eru tað oftast tey veikastu, ið verða harðast rakt - og tað áttu tey at verði vard fyri, heldur forkvinnan.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, ið varðar av økinum, segdi vid útvarpi, tá verkfallid hjá pedagogunum var av, at hon fór at taka hetta upp. Hon segði soleiðis í januar í fjør. Men nú eitt ár er liðið síðani Eygðun Samuelsen, landsstýriskvinna, lovaði bót og bata, er einki blivið gjørt. Tað harmar Tóru við Keldu, forkvinnuna í Megd.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024