Góðan morgun Føroyar

Cecilia Jacobsen bilsin um góðu móttøkuna
06-12-2018
Cecilia Jacobsen megnaði at selja atgongumerki til eitt fult Norðurlandahús. Nú er hon í holt við at fylla Løkshøll, og er eftirspurd aðrastaðni

400 fólk sótu bergtikin og lurtaðu, tá Cecilia Jacobsen trein á pallin í Norðurlandahúsinum. Nú skuldi veruliga søgan forteljast um lívið hjá Ceciliu. Talan er um fyrilesturin "At gerast CeeCee", sum hon fyri stuttum helt í Norðurlandahúsinum.

- Eg var skelkað og glað fyri, at so móttøkan var so góð, sigur Cecilia Jacobsen. 

Fyrilesturin snúði seg um eitt lív ivð ágangi, plágan, sálarsjúku, vanlagnu og sjálvshatri. Í høvuðsheitum snúði fyrilesturin seg um kvinnuna, sum hevur barst fyri rættinum at vera tann, hon er, og fyri at ogna sær tað, heimurin ikki vildi unna henni: gleði. 

- Fólk bæði grótu og flentu, sigur Cecilia, tá hon minnist aftur á, hvussu hon upplivdi áskoðarafjøldina. Hetta endurspeglar eisini Ceciliu sjálva, sum nú hevur eina heldur humoristiska tilgongd til lívsins aldurdalar. 

Cecilia hevur verið nógv frammi í seinastuni. Eitt nú luttók hon í sjónvarpssendingini "25 minuttir", har Rebekka Manuela Behrens hitti hana, og har hyggjaratølini settu met. Sí sendingina her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024