Góðan morgun Føroyar

Føroysku jólasangirnir fjálga um
11-12-2018
Hvørt ár í desember syngur Húsakórið á Sjúklingahotellinum Tórshavn, og føroysku sangirnir, jólamaturin og siðirnir hava stóran týdning.

Í desember mánaða eru nógv jólahald og tiltøk kring landið. Og eisini á Sjúklingarhotellinum Tórshavn í Keypmannahavn royna tey at skapa ein heimligan jólahugna g fjálga tey um, tey sum noyðast at verða niðri á jólum vegna sjúku.
Eitt av teimum afturvendandi tiltøkunum í desember mánaða er, at Húsakórið kemur at syngja nakrar føroyskar jólasangir. Hetta tiltaki verður í kvøld og føroysku sangirnir, føroyski jólamaturin og føroysku siðirnir hava stóran týdning, tá mann er staddur heimanífrá.

Vit hava tosað við Beintu Dam sjúkrarøktarfrøðing á Sjúklingahotellinum um hvussu jólamánaðin verður hildin á hotellinum. Vit tosa eisini við Tóru Vestergaard kórleiðara í Húsakórinum um, hvønn týdning konsertin hevur fyri kórið, og hvørjar framtíðarlætlanir kórið hevur.

Í innslagnum syngur Klaksvíkskórið "Mín Jesus lat mítt hjarta fá", sum er ein av teimum sangunum, sum Húsakórið fer at syngja á Sjúklingahotellinum í kvøld. Og til síðst í innslagnum syngur Húsakórið sálmin: "O, lær okkum Harri at biðja".

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024