Góðan morgun Føroyar

Tvær framsýningar um árið
12-12-2018
Nú ferð er komin á framsýningarvirksemið hjá Tórshavnar býarsavni, er ætlanin at, savnið skal hava tvær framsýningar um árið, sigur savnsleiðarin.

Tórshavnar Býarsavn yvirtók í oktober privata býarsavnið hjá Birgari Johannesen, og leiðari varð settur í august í ár. Higartil hevur Býarsavnið lagt stórstan dent á gransking og at skriva Havnar søgu, men ætlanin er nú at fara at hava fleiri framsýningar við lutum.


Í løtuni hevur savnið eina sonevnda "pop-up" framsýning í auluni í Finsen, og málið hjá savninum er at hava tvær framsýningar um árið.


Býarsavnið hevur ikki hóskandi framsýningarhølir, og noyðist tí at hava framsýningarnar í ymsum hølum, men Margretha Nónklett, leiðari á býarsavninum vónar, at kommunan skjótt finnur hóskandi hølir til savnið.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024