Góðan morgun Føroyar

Meinhard fastar í føstu
10-01-2019
- Sansirnir vakna, og eg kenni meg bara betur fyri, sigur Meinhard Bjartalíð, sum seinastu árini hevur fastað, meðan føsta er

Fyri trimum árum síðani valdi Meinhard Bjartalíð, prestur, at gera nakað mundagott fyri heilsuna. Ein avgerð, sum hevur havt stóra ávirkan á hansara heilsustøði líka síðani.

- Eg fór til læknan fyri at kanna, hvussu eg sum heild var fyri. Alt sá gott út, líka til eg skuldi upp á vektina. Eg vigaði ov nógv, og tað setti nakrar tankar í gongd, fortelur Meinhard Bjartalíð.

Hetta var beint áðrenn føstuna, sum byrjar í februar ella mars.

- Tí var tað, at eg hugsaði, um eg ikki skuldi royna at fasta í teir 40 dagarnar, sum føstan er, sigur Meinhard Bjartalíð, sum skjótt merkti, at hann fekk tað betri hetta tíðarskeiðið.

- Eg bleiv sum heild betur fyri. Og so lætnaði eg 10 kilo. Harafturat vaknaðu allir sansirnir, og eitt nú merkti eg veruliga svongd aftur, sigur Meinhard Bjartalíð.

Í morgunsendingini í morgun varð sjóneykan sett á menn og teirra heilsu. Í hesum sambandi greiddi Meinhard Bjartalíð frá sínum royndum at fasta.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024