- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Góðan morgun var tað fyrsta, eg segði. Tað sigur Ann Dahl Hansen, brosandi, um løtuna, tá hon loksins kundi tosa aftur.
Hesa vikuna hava flest allir prestar í Føroyum verið á sokallaðum kyrrudøgum á Viðareiði.
Í tríggjar vóru prestarnir saman, men teir tosaðu ikki só nógv, tí kyrrudagar snúgva seg í stóran mun um at vera í tøgn.
Ann Dahl Hansen, prestur, dylur ikki fyri, at hennara nærmastu ikki roknaðu við, at hon fór at klára at lata vera við at tosa í tríggjar dagar.
Prestar tosa nógv, og tað geri eg eisini, sigur hon.
Kortini eydnaðist tað at vera kúrr frá mánadegi til mikudag, og Ann Dahl Hansen leggur dent á, at hetta er nakað, sum øll áttu at roynt.
- Tankarnir bíva øðrvísi, og tú lærir teg at merkja eftir á ein annan hátt.