Góðan morgun Føroyar

Vilja spæla golf í Eysturoynni
15-01-2019
- Tað fyrsta, vit fara at gera, er at fáa okkurt lendi til vega, ið vit kunnu brúka sum driving range, sigur formaðurin í nýstovnaða golffelagnum

- Vit eru allir á byrjanarstigi og hava fyri tað mesta bara roynt at spæla golf uttanlands, men áhugin fyri einum slíkum felag her í Eysturoynni tykist vera til staðar.

Soleiðis sigur Sølvi Reinert Hansen, sum er formaður í nýstovnaða golffelagnum í Eysturoynni, Eysturoyar Golffelag.

Felagið varð stovnað beint fyri jól, og í løtuni eru umleið 15 menn limir í felagnum.

- Tað fyrsta, sum felagið fer at gera, er at fáa eitt lendi, har vit kunnu spæla golf, sigur Sølvi Reinert Hansen og vísir á, at eitt nú økið oman fyri Hústoft møguliga hevði riggað væl til golf.

- Enn havi vit ikki tosað við bøndur og onnur, ið vara av teimum ymisku økjunum, men her eru fleiri støð í Eysturoynni, sum hóska seg til tað, vit í fyrstu syftu hugsa um, og tað er ein driving range. Altso eitt økið, har mann bara kann sláa bóltar. Ein veruligur vøllur við fleiri holum kann koma einaferð seinni, sigur Sølvi Reinert Hansen.

Í morgunsendingini greiddi hann frá ætlanunum hjá nýggja golffelagnum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024