- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Upprunin til ættarmótið á Egholm, er, at Sverri Egholm sáli, sum eitt nú var ættargranskari, hevði hug at vitja oynna og ættargarðin saman við skyldfólki á sumri í ár 2001.
Men tíverri vildi so illa til, at hann brádliga andaðist beint áðrenn fyrireikingarnar. So kom steðgur í, men seinni fór sonurin, Øssur S. Egholm, undir at samskifta við Egholmbúgvar í 2003.
Oyggin er til støddar sum Skúvoy, men fløt sum ein pannukøka.
Egholm ferjan hevur siglt ímillum Egholm og Aalborg síðani 1972 við skiftandi skiparum, eisini føroyingum.
Tað tekur bara knappar 5 minuttir at sigla yvir um. Men hálvur tími er millum hvønn túrin.
Tey síðstu árini er ein størri ferja komin afturat fyri at avlasta gomlu ferjuna, so tær skiftast eftir tørvi at sigla.
Á sumri í juli 2011 var fyrsta ættarmótið. Tá hittust áleið 100 skyldfólk á oynni.
Tað var eitt ógloymandi vikuskifti, siga Øssur Sverrason Egholm og Maria Kristjansdóttir.
Nú eru tey farin undir at skipa fyri næsta ættarmótinum, ið verður 12. til 14. juli.
Meira kunning fæst her.