- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg var óvanliga troyttur og hevði onga orku. Og so svav eg eisini øgiliga illa.
Orðini eigur 50 ára gamli Jónfinn Petursson úr Havn.
Hann er millum teir umleið 2500 føroyingarnar, sum hava svøvnapnø. Eitt fyribrigdi, tá fólk, sum sova, fleiri ferðir hvørja nátt halda uppat at anda.
Fyri umleið seks árum síðani fekk Jónfinn Petursson staðfest svøvnapnø.
- Tað var ein lætti at fáa staðfest, hví eg svav so illa, ongantíð kendi meg úthvíldan og var óvanliga troyttur um dagarnar, greiðir Jónfinn Petursson frá.
Líka síðani svøvnapnø bleiv staðfest, hevur Jónfinn Petursson sovið væl, tí hvørja nátt svevur hann við eini serligari masku á nøsini. Ein maska, sum gevur hon luft niður í svølgið.
- Tað er nakað heilt annað. Eg sovi væl og havi fingið lívskvalitet aftur, sigur Jónfinn Petursson.
Í morgunsendingini fortaldi Jónfinn Petursson um svøvnapnø og maskuna, sum hevur hjálpt honum.