- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Síðani 2008 hevur Marita Rasmussen starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Morgunsendingin hevur fingið prát við hana, um hvørjar avbjóðingar standast av starvinum sum stjóri í Vinnuhúsinum, hvør lykilin til semju er og hvussu vit í Føroyum í størri mun kunnu fáa kvinnur at mynda føroyskt vinnulív.
Tað er eingin loyna, at tað í stóran mun hava verið menn, sum hava myndað vinnulívið í Føroyum. Men Marita Rasmussen sigur, at hon als ongan trupulleika hevur við at vera kvinna í eini mannfólkaverð. Tó vísir hon á, at kvinnur eiga at halda seg meira framat, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri góð fólk í føroyska vinnulívið.
Sum stjóri í Vinnuhúsinum hevur tú ábyrgd av lønarsáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum. Hon sigur, at lykilin til at fáa semju er at hava virðing fyri hvørjum øðrum - vit skulu ikki altíð vera samd, men umráðandi er, at vit hava virðing, sigur hon.