Góðan morgun Føroyar

Ein síða av mær: Um at hava nógvar fylgjarar
13-02-2019
Kirstin Vang hevur knappar 42.000 fylgjarar á Instagram - vit spyrja hana, hvussu hon fær og varðveitur popularitetin á sosialu miðlunum

Tað eru fleiri - yngri sum eldri - sum vilja gera alt fyri at fáa so nógv likes og fylgjarar á sosialu miðlunum sum møguligt. Men hvussu fær man nógv likes og nógvar fylgjarar?

Í góð tvey ár hevur Kirstin Vang lagt náttúrumyndir av Føroyum út á Instagram, og hetta hevur í dag skaffað henni knappar 42.000 fylgjarar. Kirstin Vang sigur, at tað er umráðandi, at ein miðsavnar seg um eitt evni ella ein stíl. Eisini er umráðandi, at ein leggur mynd út javnan og so eisini hugsar um at leggja myndina út eitt ávíst tíðspunkt á degnum. Harafturat sigur hon, at eitt gott netverk er altavgerandi fyri at klára seg væl á sosialu miðlunum.

Sjálvt um Instagram hevur givið henni fleiri arbeiðsmøguleikar, hevur tað tó eina skuggasíðu at vera so vælumtóktur á sosialu miðlunum. Tí kreativiteturin og litinskapurin minkar og veksur, og tað kann vera trupult at varðveita popularitetin, tá íblásturin ikki er til staðar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024