Góðan morgun Føroyar

- Eg havi ikki fatað hetta enn
19-02-2019
Tað kom púra óvart á Poul Andrias Ziska, at KOKS fekk eina Michelin-stjørnu afturat, og at hann gjørdist ársins ungi kokkur

- Tað verður nokk ikki, fyrr enn eg komi í køkin aftur og byrji tann vanliga gerandisdagin, at heta veruliga fer at ganga upp fyri mær.

Soleiðis sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á matstovuni KOKS.

Í gjárkvøldið varð greitt á samkomu í Musikhuset í Århus, at KOKS hevur fingið eina Michelin-stjørnu afturat, og harumframt kann Poul Andrias Ziska eisini kalla seg ársins ungi kokkur.

At KOKS nú er ein matstova við tveimum Michelin-stjørnum, er ein stórhending innan føroysku matstovuvinnuna. Tað fær tó ikki høvuðskokkin og restina av føroyska ferðalagnum at fara heilt upp at flákra.

- Vit vóru saman við starvsfeløgunum og vinum, drukku eitt sindur av víni og royndu annars bara at slappa av, fortelur Poul Andrias Ziska.

Sambært honum høvdu tey als ikki væntað, at matstovan fór at fáa eina stjørnu afturat.

- Tað er so sermerkt at hava tvær stjørnur. At hava eina stjørnu er í sjálvum sær ógvuliga flott, men tað eru færri enn 500 matstovur í heiminum, sum hava tvær stjørnur, og nú eru vit tann fimta matstovan í norðurlondum við tveimum Michelin-stjørnum, so tað er heilt sermerkt. Tað torir mann als ikki at droyma um, sigur Poul Andrias Ziska.

Hóast matstovan nú hevur tvær stjørnur og ársins unga kokk arbeiðandi, so fer gerandisdagurin á KOKS neyvan at broytast stórvegis.

- Vit halda fram upp á sama máta, sum vit hava gjørt. Kanska skal mann ansa eyka væl eftir øllum nú, men eg haldi, at lykilin er, at slappa av og hava tað stuttligt við tí, mann ger, sigur Poul Andrias Ziska.

Í morgunsendingini greiddi hann frá stóra kvøldinum í Århus, týdninginum av aðru stjørnuni, og um at kunna kalla seg ársins kokk.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024