Góðan morgun Føroyar

Nógv pinkubørn innløgd við RS-virusi
07-03-2019
Í løtuni eru nógv pinkubørn innløgd á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum við RS-virusi, sum er eitt slag av forkølilsi

Hvørt ár herjar sonevnda RS-virusið, og í ár er einki undantak. Hetta merkja tey væl á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

- RS er í hæddini beint nú. Fyri stór børn og vaksin er hetta sum eitt vanligt forkølilsi, men tá tað snýr seg um pinkubørn, er hetta virusið ikki heilt vandaleyst, sigur Súsanna Funding, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu mongu árini arbeitt á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Í løtuni eru nógv pinkubørn innløgd við RS.

- Hesi børnini hava økt slím, trupult við at anda og orka illa at taka føðslu til sín. Tað kann fáa keðiligar avleiðingar, tí í summum førum blíva tey heilt illa fyri, og tá kann støðan gerast rættiliga álvarsom, sigur Súsanna Funding.

Í morgunsendingini greiddi hon frá RS, og hvat foreldur kunnu gera í royndini at sleppa undan hesum slagnum av virus.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024