Góðan morgun Føroyar

Ð ella ikki ð
07-03-2019
Í Málteiginum hesaferð er bókstavurin, ð, til viðgerðar, og Elin Henriksen greiðir frá dømum um, nær orð skulu stavast við ð ella ikki

Hesaferð seta vit bókstavin, ð, á breddan. Mong elska hann, mong hata hann, og mong skilja ikki, hví vit hava Ð.

Tað er ikki so torskilt, sum tað kanska letur til. Tí nógvar reglur eru sera greiðar, tá tað kemur til ð, og fleiri hentar tummilsreglur eru eisini til tess at gera tað lættari at minnast til, nær eitt orð skal hava ð ella ikki.

Elin Henriksen hugleiðir um ð, og hon greiðir eisini frá ymsum reglum og tummilsreglum. 

Harafturat er nýggja orðið, talgildisbúgving, eisini á skránni. Á donskum eitur talgildisbúgving digital dannelse. 

Tummilsreglur

Sagnorð
Tá lýsingarháttur og navnháttur ljóða eins, sum til dømis: Kundi eg fingið teg til at skriva ein tekst fyri meg? Ella kundi eg fingið teg til at skrivað ein tekst fyri meg?

Her ber til at seta orðið, gera, ístaðin. Kanst tú siga 'gjørt', so endar orðið við ð, meðan kanst tú siga 'gera', so endar tað ikki við ð.

Navnorð
Bundið hvørkikyn. Set "bát" inn ístaðin. Endar hann við n, so endar hvørkikynsorðið við ð.

Til dømis: Eg møtti einum barni. Barnið, sum eg sá, var so fitt. Sást tú barnið?

Eg møtti einum báti. Báturin, sum eg sá, var stórur. Sást tú bátin? Í teimum førunum, har bátur endar við -N, endar hvørkikynsorðið við ð.

Lýsingarorð
Endar kallkyn og kvennkyn við -in ella -il, so endar hvørkikyn við -ið. Til dømis: Barnið er lítið. Var tað ein genta ella drongur, høvdu vit sagt gentan/drongurin er lítil. Tá orðið endar við -il, fær lýsingarorðið ð í endanum, tá tað er um hvørkikyn.

Navnorð við ð og sagnorð við ongum ð
Í summum førum ljóða navnorð og sagnorð líka. Til dømis ger og gerð ella ferð og fer.

Navnorðini hava ð, meðan sagnorðini onki hava. Hann fer eina ferð og ger eina gerð

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024