Góðan morgun Føroyar

Munnhøgg krevur orðfimi og dirvi
08-03-2019
Hugskotið er at geva teimum, sum duga at munnhøggast, ein pall at vísa sínar dygdir

Munnhøgg er tað, sum á enskum eitur Battle Rap.

Tað eru menninir í bólkinum Swangah, Ragnar Davidsen, Steen Rói Lorenzen og Eyðun Müller Thomsen, sum standa aftanfyri hugskotið.

Ragnar Davidsen sigur, at teir í Swangah ikki sjálvir fara at munnhøggast.

Hetta er ein pallur, sum vit gera fyri at onnur, ið duga at rappa, skulu blíva sjónlig.

Í ávisan mun er talan um improvisatión, tá fólk munnhøggast, men tó verður eisini fyrireikingartíð.

Tá tú veitst, hvør mótstøðumaðurin, ella -kvinnan, er, ræður um at finna veikleikar hjá viðkomandi, sum kunnu brúkast í munnhøgginum.

Tey, sum eru við, eru fullgreið yvir, at tú tey kunnu fáa nógv omanyvir seg. Tað er partur av konseptinum.

Munnhøgg kann lýsast sum eitt slag av skipaðari happing, sigur Ragnar Davidsen, ið eisini ásannar, at hetta er rættiliga góð venjing hjá teimum, sum hava hug at gera meira við rapp og hipp hopp.

Í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 20, fara ALLAHN og Silvurdrongur á pallin. Teirra munnhøgg verður stroymt beinleiðis á Youtube-síðuni hjá Swangah, ið kann síggjast her.

- Teir hava hvør sín stíl, men teir leggja hart eftir hvørkum øðrum, lovar Ragnar Davidsen.

Meira kunning er á Instagram-vanganum, iLLTONKT.

Facebook-vangin er her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024