Góðan morgun Føroyar

Rasisma er markið
11-03-2019
- Eg kann skemta við nógvum, men eitt nú rasismu havi eg ongan hug at brúka í mínum skemti, sigur Gundur Johansen, maðurin handan Grillbúðina

Ber til at skemta við øllum, ella eru tað onkur evni, sum ikki søma seg til skemt?

Ein maður, sum seinastu árini hevur fingist nógv við skemt og ikki minst er kendur fyri Grillbúðina hjá Símun, er als ikki í iva.

- Tað ber til at skemta við nógvum, men tað er eitt mark. Eitt nú rasismu havi eg ongan hug at brúka í mínum skemti, sigur Gundur Johansen.

Í sambandi við Barnarættindadagar í Norðurlandahúsinum, har børn í 7. flokki verða kunnað um síni rættindi, er Gundur Johansen og hansara skemt eisini partur av skránni.

Gundur hevur gjørt eitt stuttligt innslag burtur úr søguni um drongin, Jákup, sum kemur frá trongum korum, og hevur ymsar trupulleikar at dragast við.

- Onkuntíð haldi eg, at við at gera okkurt stuttligt burtur úr einum álvarsligum evni, so fært tú fólk í fyrstu syftu at flenna, sum jú er ein deilig kensla fyri tey, men seinni fara tey kanska at hugsa meir um álvaran, sum liggur aftanfyri. Tað vil siga, at tey fara at hugsa um eitt evnið, sum tey annars ikki høvdu givið sær far um, sigur Gundur Johansen.

Í morgunsendingini greiddi Gundur Johansen frá, hvussu hann veit, hvat hann vil skemta við, og hvar markið gongur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024