- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í vitanartáttinum í dag var evnið pædofili. Hetta er í sambandi við nógv umrødda filmin "Leaving Neverland", ið snýr seg um tveir menn, sum greiða frá, hvussu Michael Jackson misbrúkti teir sum smádreingir.
Meiningarnar um filmin er nógvar og ymiskar. Summi siga, at Michael Jackson er sekur, meðan onnur siga, at teir báðir, Wade Robson og James Safechuck, bert gera hetta fyri pengar.
Í sambandi við hetta hava vit spurt Bjørt Lind, sálarfrøðing, hvat pædofili er. Hon sigur, at vit eiga at síggja pædofili meira samansett. Hetta vil siga, at tann, sum ger seg inn á børn, er annað enn bara óndur, og at tey útsettu eisini eru samansett menniskju. Hon vísir til dømis á, at sjálvt um Michael Jackson var góður við børn og ein fantastiskur tónleikari, so kann hann væl vera sekur. Eisini sigur hon, at Wade Robson og Jems Safechuck væl kunnu vera áhugaðir í pengum, men samstundis vera offur.
Vit vita ikki, hvat er hent, og Michael Jackson varð ongantíð dømdur, sigur hon, men leggur aftrat, at tá tað snýr seg um pædofili, so finnast sjáldan prógv.