Góðan morgun Føroyar

Leaving Neverland hevur ávirkað meg
14-03-2019
Eg eri ímóti at boykotta tónleikin hjá Michael Jackson, men hugurin at lurta eftir honum er ikki tann sami nú, viðgongur Kinna Poulsen

Kinna Poulsen, listaummælarari, leggur dent á, at hon vanliga heldur listafólk og listaverk atskild. Kortini kennir hon seg ávirkaða av nýggja heimildarfilminum um Michael Jackson, Leaving Neverland.

Hon væntar, at tað sum heild verður lurtað eitt sindur minni eftir hansara tónleiki næstu árini.

Kinna Poulsen vísir á, at nærleiki og fjarleiki spælir ein týðandi leiklut.

Enn er filmurin feskur í huganum hjá hyggjarunum, og tí er ávirkanin rættiliga sterk júst nú. Samtíðin er ógvuliga moralsk, minnir listaummælarin á.

Spurningurin, sum verður umrøddur í morgunsendingini er, hvørt tað ber tað til at brúka og njóta listina hjá einum listafólki, um viðkomandi hevur gjørt okkurt, sum tú heldur vera ófyrigeviligt?

Kjakið hevur tikið seg upp aftur, nú heimildarfilmur um Michael Jackson vil vera við, at kenda poppstjørnan hevur gjørt seg kynsliga inn á fleiri ungar dreingir.

Í kjalarvørrinum á skuldsetingunum hava nakrar útvarpsstøðir gjørt av at taka Michael Jackson av sínum playlistum.

Aðrar støðir halda hinvegin, at tónleikur og listafólk er hvør sítt og síggja tí ikki orsøk at lata vera við at spæla hann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024