Góðan morgun Føroyar

Dreingir siga ikki frá um kynsliga misnýtslu
19-03-2019
Royndirnar vísa, at dreingirnir ofta eru vaksnir, áðrenn teir finna dirvi at fortelja umheiminum um kynsliga misnýtslu

Patrik Sjøberg var víðagitin fyri síni framúrskarandi evni sum hæddarleypari. Men tað, sum eingin visti, var, at hann bleiv kynsliga misbrúktur av venjara sínum, sum eisini gjørdist fosturpápi hansara.

Ikki fyrr enn venjarin doyði, og Patrik Sjøberg ásannaði, at hann als ikki kendi nakra sorg, fann hann dirvi at fortelja umheiminum um sínar upplivingar. Nú kemur hann til Føroya at halda fyrilestur um misnýtsluna.

Og nettupp tað, at dreingir ikki siga frá, er afturvendandi, siga Malan Kjærbo og Gvøðbjørg West, sum umboða Kris.

Eisini er Jarvin Feilberg Hansen, ráðgevi hjá ÍSF í útvarpsstovuni.

Hann vísir á, at ítøkilig stig eru tikin úti í feløgunum til at hava skipað viðurskifti á økinum.

Eitt nú nevnir hann, at fyrr var vanligt, at venjarin fór í brúsu saman við børnunum, men soleiðis er ikki longur.

Fyrilestrarnir við Patrik Sjøberg verða í Løkshøll í Runavík 20. mars og í Norðurlandahúsinum í Havn 21. mars.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024