Góðan morgun Føroyar

Stór fuglateljing verður leygardagin
03-05-2019
Øll fuglasløg eru áhugaverd í hesi kanningini, leggur Føroya Fuglafrøðifelag dent á

Í morgin, leygardagin, er ein serligur altjóða dagur, ið kallast Global Big Day.

Hetta er eitt fuglateljingartiltak har ein og hvør fuglaáhugaður kann vera við.

Svein-Ole Mikalsen og Jórun Pólsdóttir, nevndarlimir í Fuglafrøðifelagnum, eru í útvarpsstovuni.

Svein-Ole, sum er úr Norðurnorra, sigur, at hann altíð hevur verið áhugaður í fugli.

Tey plagdu at hyggja at fuglinum, sum var í urtagarðinum ymsu árstíðirnar.

Hjá Jóruni er øðrvísi. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at hon veruliga hevur fingið henda áhugan.

- Tað er áhugavert og gott fyri sinni, heldur hon.

Tað er Cornell University , ið skipar fyri hesum altjóða tiltaki.

Tað er einfalt at telja og skráseta í eBird.

How to participate lýsir hvussu hetta verður gjørt.

Tað eru bara trý ting tú skalt minnast til:

- Ger eina kontu á eBird. Hesa skal tú síðani nýta til allar tínar skrásetingar.

- Tú velur eitt øki at telja fugl í, og har telur tú allar teir fuglar, sum tú kennir.

- Tú skrásetur stað, dag og tíð, hvussu langa tíð tú brúkti, og síðani hvat slag av fugli og hvussu nógvir av hvørjum slagi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024