Góðan morgun Føroyar

– Ofta viðgera vit bara súmptomini
09-05-2019
Tað er vónleyst at loysa trupulleikarnar í heilsuverkinum, tí fólkastreymurin inn í sjúkrahúsini er ov stórur

Í tvey ár hevur ein arbeiðsbólkur virkað fyri at fremja ein heilsustovn, ið kann veita eina heildarætlan.

Tey, ið manna bólkin, eru Magni Mohr, PhD í Human Fysiologi, Guðrun Zachariasen, kommunulækni, Ára Rasmussen, kiropraktor, Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Snorri Patursson, kostfrøðingur.

Hetta er grundbólkurin, men fleiri onur eru eisini knýtt at honum. Í alt eini 20 fólk, sigur Magni Mohr.

Ári Rasmussen, kiropraktor, vísir á, at hann er klinikari, og tí tekur hann ímóti fólki hvønn dag.

Í stóran mun snýr tað seg um at viðgera súmptom, men heildarætlanin manglar.

Ofta er avleiðngin tann, at fólk við tíðini fáa eina lægri lívsgóðsku, hava trupult við at røkja síni størv og kosta samfelagnum nógvar pengar.

Guðrun Zachariasen, kommunulækni, sigur, at ein afturvendandi avbjóðing er, at fólk, sum viga ov nógv, ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu lætna.

Tí er ætlanin, at seta saman eitt toymi, ið kann hjálpa teimum, ið ikki megna tað sjálvi.

At fólk koma í bólkar, fáa vegleiðing og vitan um kost, venjing og sinn er mangan tað, sum krevst.

Magni Mohr ger vart við, at tað grundleggjandi er tørvur á eini heildarætlan.

Vit skulu koma á tal við fólk longu á barnaárum og grundfesta teir góðu vanarnar.

Endmálið við aktuellu ætlanini, Heilsuframi, er at yvirlitskanna fólk yvir 40 ár.

Tey, sum eru í vandabókinum, fáa síðani eina dygga vegleiðing frá fakfólki.

Eingin ynskir at taka heiligvág ella viga ov nógv, eru tey samd um við borðið.

Tí er fyribyrgjandi arbeiði rætta loysnin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024