Góðan morgun Føroyar

Ongan bil í eina viku
09-05-2019
Vit hava ikki tørv á at brúka bilin hvønn dag, sigur familjan Arge, eftir at tey royndu eina bilfría viku

Í hesum døgum eru umhvørvisdagar í Klaksvíkar kommunu. Í tí sambandi fingu tvær familjur eina uppgávu: Tær skuldu íkki brúka bil í eina viku.

Onnur familjan, ið fekk hesa uppgávuna, eru Niels Juul og Sigrid Arge.

– Sjálvandi tá vit skuldu keypa stórt inn var tað kanska ein avbjóðing, men annars kláraðu vit okkum væl við at ganga og at súkkla, sigur Niels Juul.

Ofta verður sagt, at veðrið í Føroyum ger, at vit eru so bundin at bili. Men hetta kann ikki brúkast sum ein undanførsla, heldur Niels Juul:

– Í Føroyum hava vit eisini góð og heit regnklæðir, so tað er eingin trupulleiki, sigur Niels Juul.

Í morgunsendingini greiddi hann frá, hvussu tey sum familja hava upplivað ta bilfríu vikuna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024