- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eftir summarfrítíðina fer at bera til at taka eina diplomútbúgving sum rithøvundur ella tónleikari á Setrinum. Útbúgvingarnar eita ritlist og tónlist.
Endamálið við útbúgvingini er, at studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd. Ein kann so velja tónlistaleiðina ella ritlistaleiðina.
Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðari, sigur, at tað er veksandi áhugi millum føroyingar at lesa listaligar útbúgvingar.
Yrkislistafólk undirvísa
- Tveir triðingar av útbúgvingini eru verkligir, og ein triðingur er ástøðiligur. Á verkstovunum eru tað yrkislistafólk, sum fara at undirvísa, sigur Jens Dam Ziska.
Hann avdúkar, at Rói Patursson fer at taka sær av einari verkstovu í ritlist, og Sunnleif Rasmussen fer at taka sær av einari verkstovu í tónlist.