Góðan morgun Føroyar

Rasmus Bjerg á pall sum John Mogensen
15-05-2019
John Mogensen var ein samansettur persónur, sigur Rasmus Bjerg, sum um vikuskiftið fer at undirhalda sum fólkakæri John Mogensen

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl nú 40 ár eftir, at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977.

Danski sjónleikarin, Rasmus Bjerg, spældi John Mogensen í filminum Så længe jeg lever. Síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum. Og leygarkvøldið fer hann á pall í Føroyum.

Í morgunsendingini greiddi Rasmus Bjerg millum annað frá, hvussu hann hevur fyrireikað seg til at syngja og upptraðka, sum John Mogensen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024