Góðan morgun Føroyar

Altjóða verkætlan um grønar orkuloysnir í Føroyum
22-05-2019
23 lesandi hava seinastu vikuna arbeitt við at finna útav, hvussu grønar orkuloysnir kunnu fremjast í Føroyum

Í døgunum 13. - 21. mai hevur ein altjóða bólkur av universitetslesandi úr fimm ymiskum londum sitið við føroyskum avbjóðingum í sambandi við umlegging av føroysku orkuskipanini.

Talan er um átakið International Community Energy Challenge, har fyritøkur og stovnar í Føroyum samstarva við fimm universitet um at menna hugskot til nýggjar loysnir fyri burðardygga orkuveiting á landi og á sjógvi.

Universitetini, sum luttaka, eru Prince Edward Island University, Háskóli Íslands, Heriot-Watt University, Høgskulen på Vestlandet og Fróðskaparsetur Føroya.

Fyritøkur, stovnar og felagsskapir sum luttaka eru Bakkafrost, KJ-Hydraulik, Strandfaraskip Landsins, Tórshavnar Kommuna, Nólsoyar Orkufelag og Orka á Umhvørvisdeildini.

NORA og Hydrogen Learning Network stuðla átakinum. Tey lesandi hava hildið til í Sjóvinnuhúsinum, og verkætlanarleiðari var Anna Demeo frá Prince Edward Island University.

Morgunsendingini hitti Katrina Dánjalsdóttir, sum lesur orkuverkfrøði á Setrinum, Onnu Demeo, og Arinze Onyabo, sum lesur Renewable Energy Development á Heriot-Watt University á Orkey oyggjunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024