Góðan morgun Føroyar

Gimburlombini í uppskoti til matvirðisløn
24-05-2019
Eini 20 fólk eru í føroyska ferðalagnum, ið fer til Íslands í sambandi við, at norðurlendsku matvirðislønirnar, Embla, verða lætnar

Nú verður norðurlendska matvirðsilønin aftur latin. Embla, sum hon eitur, fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð. Tað verður 1. juni í Reykjavík, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina 2019.

Millum tey tilnevndu eru Barbara Andreasen og Tjóðhild Patursson, sum eiga og reka smápartafelagið, Gimburlombini.

Tær eru fegnar um tilnevningina og ætla sær eisini til Reykjavík í sambandi við tiltakið.

Tað er ikki lætt at fáa alt at ganga upp, tí nógv er at gera í Nólsoy, men tað fer at eydnast, siga tær.

Janus Vang, stjóri á granskarasetrinum iNOVA, fegnast um, at tað komu fleiri enn 30 føroysk uppskot til Emblu hesaferð.

Tað var trupult at velja tey seks, sum fara til Íslands, úr rúgvuni.

Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis um tey tilnevndu:

1. Ein dagur á Grynnuni - Norðurlendskur matur til børn og ung 2019.

Ein dagur á grynnuni er stórt mattiltak, sum skipað verður fyri í Tórsgøtu í Havn.

Har verður ljós varpað á tilfeingið í sjónum, har málbólkurin fyrst og fremst er børn og ung og familjur.

Dagurin gevur ungum og eldri møguleium at royna eitt breitt úrval av sjómati, sum veðrur borðreidd av sjálvbodnari arbeiðsmegi.

2. Jóan Pauli Joensen - Norðurlendski matsamskiftarin 2019.

Dr. Phil & fil.dr. Jóan Pauli Joensen hevur nýtt ein stóran part av sínum lívi at granska og skjalprógva føroyska køkin og handverkið runt matin fyri at miðla og varðveita eina serliga matmentan, sum hevur verið undir trýsti frá innfluttum matvørum.

Granskingin hjá Jóan Paula er nú ein partur av bókini: Ból og biti: Matarhald í Føroyum, sum ofta verður nýtt sum ein tilvísing tá føroysk matlist verður umrødd.

Síðani hevur hann skrivað fleiri bøkur um evnið.


Siðvandu teknikkirnir og handverkið, sum Jóan Pauli hevur havt ein stóran leiklut í at varðveita, spæla nú ein stóran leiklut í nýggju og nýhugsandi hættunum í føroyskari matlist.

3. Gimburlombini - Norðurlendskt matferðamál 2019.

Tey framúr nýhugsandi fólkini handan Gimburlombini í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða.

Hetta verður gjørt uppá ein sera nýhugsandi og modernaðan hátt.

Til dømis er maturin, sum tey borðreiða við, í stóran mun gjørdur úr lokalt framleiddar matvørur.

Meira siðbundna og gamaldags oyggjamentanin verður við Gimburlombunum sett í eitt heilt nýtt og meiri modernað høpi, tá tú fert á gongutúr við teimum at heinta hvonn til Hvonnpitsa, ella tá tú fert ein sjórænaratúr við børnunum

4. Tarvskálvar á Gásadalsgarðinum - Norðurlendski mathandverkarin 2019.

Eftir vanligum sigi eru tarvskálvar sæddir sum burturkast, sum vórðu beindir burtur, tá teir vóru føddir.

Gásadalsgarðurin hevur funnið ein hátt at nýta hetta tilfeingið, har tey ala tarvskálvarnar vistfrøðiliga, fletta teir og ræsa kjøtið í einum hjalli.

Hetta er ikki ein vanligur arbeiðsháttur, tá tað kemur til oksakjøt og úrslitið er ein serstøk matvøra sum veðrur nýtt í einum ræstari oksakjøtssúpan.

Súpanin hevur fingið góð ummælir frá miðlafólki úr matheiminum, og verður borðreidd í somu hølum, sum tarvskálvurin var flettur.

5. Johannes Jensen - Norðurlendski matíverksetarin 2019.

Johannes Jensen er uppvaksin við hotelvirksemi.

Hann hevur starvast innan fiskasølu í 18 ár og seinastu 15 árini hevur hann starvast í hotel- og matstovuvinnuni.

Hann hevur latið upp 13 matstovur á stovn, allar við ymiskum og serstøkum yvirsbráði. Eisini hevur hann spælt ein stóran leiklut í at gera føroyska køkin og matlist til ein sýnisglugga bæði fyri føroyingar og útlendingar.

Millum matstovurnar, hann hevur latið upp, er 2 stjørnaða Michelin-matstovan KOKS, sum setur lokalar rávørur í miðdepilin. Tær fýra matstovurnar í hópinum Heima í Havn í eyðkendu gomlu húsunum við grastekjunum. Ein av hesum matstovunum Ræst borðreiðir einans við røstum mati, nakað sum var óhugsandi fyri einans 10 árum síðani.

Soleiðis er Johannes ímyndin av einum íverkseta innan matgerð, sum tekur stórar váðar á seg, og hugsar nýskapandi og fjølbroytt fyri at varðveita føroyska matlist.

6. Grøna oyggin - Norðurlendski rávøruframleiðarin 2019.

Grannabóndagarðarnir Miðstovugarður og Uttastovugarður liggja heima á Sandi.

Teir hava gingið undan við at dyrka grønmeti í Føroyum.

Hetta hevur ikki verið gjørt í fleiri mansaldrar orsakað av náttúrliga umhvørvinum og møguleikanum at innflyta grønmeti bíliga.

Við at royna nakað nýtt, gera onkrar feilir og menna, so hava tey fingið størri serkunnleika at dyrka grønmeti í ráum umhvørvi.

Og við atgongd til grønmeti við serligari dygd, hevur føroyska matarumhvørvi fingið rávøru at menna seg við.

Bóndagarðarnir hava ótroyttiliga gjørt vart við høgu góðskuna á lokalt framleiddum grønmeti, til dømis á árliga eplafestivalinum, sum nú er eitt ferðavinnutiltak, sum fevnir um alla Sandoynna.

Seinasta menningin er ein áhugabólkur á Sandi, sum kallast Veltan.

Veltan arbeiðir við at marknaðarføra og selja framleiðsluna av grønmeti á oynni.

Veltan er eisini ein pallur fyri sølu og ein pallur fyri nýggja Fólkaháskúlan, sum er grundaður á grønmetisframleiðslu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024