Pávin kosin til ársins mann

Pávin kosin til ársins mann
Viðurkenda mótablaðið, Vanity Fair, heldur pávan vera tann mannin í heiminum, sum í løtuni broytir heimin mest
Ársins madur 2013: Frans-pávi.
 
14.07.2013 - 23:15

Tá italska útgávan á mótablaðnum, Vanity Fair, kom í blaðsølurnar mikudagin, var tað við Frans-páva á forsíðuni.

- Við útsagnum, sum at ”...Santa Pætur hevur onga bankakontu” hevur pávin sett kósina, skrivar Vanity Fair Italia millum annað. Og blaðið heldur, at kollveltingin hjá pávanum endar ikki her.

- Tískil kjósa vit longu nú pávan til ársins mann, skrivar blaðið.

Seyðaluktur
Vanity Fair byrjar greinina við at vísa á røðu pávans hin 28. mars í ár. Har mælti hann prestunum at vera hirðar hjá seyðinum við at merkja seyðaluktin.

Frans-pávi er føddur í Argentina, og er fyrsti pávin, sum kemur úr Jesuitalagnum. Nýggi pávin hevur higartil lagt stóran dent á at tala søkina hjá fátækum og teimum, sum eru illa fyri. Hetta hevur hann m.a. víst við koyra buss í staðin fyri marglætisbil. Og hann velur at búgva á bíligum hotellum í staðin fyri at búgva í marglætis pávabústaðunum.

Elton John
Ein teirra, ið úttalar seg í Vanity Fair, er tónleikarin, Elton John. Hann nevnir Frans-páva sum ”eitt kraftaverk, eitt undur av eyðmjúkleika í eini sjálvsøknari tíð.”

- Tað fyrikemur mær, at pávin ynskir at leiða kirkjuna aftur til gomlu virðini hjá Jesusi, og samstundis leiða kirkjuna inn í hesa øldina, sigur hann sambært bretska blaðnum, The Telegraph.

Tá ið argentinarin, Jorge Mario Bergoglio, varð valdur pávi í mars, valdi hann navnið Frans, og hann vísti millum annað til Frans av Assisi sum eina orsøk til navnið.

- Frans av Assisi var ein friðarligur og fátækur maður. Hvussu skuldi mær ikki dámt eina fátæka kirkju fyri fátæk, segði pávin tá.

Skírisdag vitjaði pávin eitt ungdómsfongsul í Róm. Tá tváaði hann føturnar á fleiri fangum.

- Tað er ikki í sálargranskingini og áhaldandi staranini inneftir, at vit møta Harranum. Vit noyðast út hagar, líðing er, har blóðbaðini eru, har blind leingjast eftir at síggja, og til fangar, sum liva undir ov nógvum óndum harrum, segði Frans-pávi millum annað.

Kelda: The Telegragh, NTB, VL
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010