Kaj Leo og Høgni kjakast um tunlar

bannari
Kaj Leo og Høgni kjakast um tunlar
Skálafjarðartunnilin er enn einaferð á breddanum, tá løgmaður og formaðurin í Tjóðveldi kjakast í sjónvarpsstovuni
Løgmaður og formaðurin i Tjóðveldi kjakast um Skálafjarðartunnilin í sjónvarpsstovuni
 
03.09.2013 - 11:54

Seinastu mánaðirnar hevur nógv kjak staðist av einum ávísum holi. Og í kvøld er onki undantak.

Skálafjarðartunnilin er aftur evnið í sjónvarpskjakinum, sum kemur  eftir Dag og Viku.

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P. Højgaard hevur verið nógv umrøddur, eftir at Kringvarpið í síðstu viku avdúkaði, at fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í viðmerkingum finst hvassliga at lógaruppskotinum, sum skal tryggja landsstýrismanninum heimild at skriva undir sáttmála við privata felagið Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin.

Viðmerkingar hildnar loyniligar

Hetta vóru viðmerkingar, sum til tá vóru hildnar loyniligar fyri løgtinginum og Føroya fólki yvirhøvur.

Ikki fyrr enn Kringvarpið síðsta týskvøld kundi borðreiða við hesum atfinningum frá fyrisitingini hjá landsstýrismanninum sjálvum, fekk løgtingið - rættarnevndarlimir undantiknir - innlit í viðmerkingarnar.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, kjakast í sjónvarpsstovuni eftir Dag og Viku.

Liljan Weihe er vertur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652