Landsstýrismálanevndin kannar Kára P. Højgaard

bannari
Landsstýrismálanevndin kannar Kára P. Højgaard
Nevndin vil m.a. hava at vita, hví landsstýrismaðurin ikki gav løgtinginum tøl frá landsverki um Eysturoyartunnilin
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur fingið tvær vikur at svara Landsstýrismálanevndini
 
03.09.2013 - 08:53

Landsstýrismálanevndin avgjørdi í gjár at kanna, hví Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki gav tingmonnunum, Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal, tøl hjá Landsverki, tá teir í juni spurdu hann um Eysturoyartunnilin.

Landsstýrismaðurin fær nú tvær vikur at koma við sínum viðmerkingum um tað. Samstundis avgjørdi nevndin í gjár, at skrivarin skal kanna, um nevndin kann viðgera onnur ivamál um tunnilsmálið, hóast málið ikki enn er avgreitt í løgtinginum.

Milliónin til CIP

Skrivarin skal eisini kanna, um Landsstýrismálanevndin skal kanna lutin hjá løgmanni, tí hann millum annað visti, at Copenhagen Infrastructure Partners skuldi fáa eina millión frá Innlendismálaráðnum, um sáttmálin teirra millum um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 1.september.

Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Nevndin ætlar sær at kanna, um nøkur heimild var at lata hesa milliónina úr landskassanum.

Viðgera alt tunnilsmálið

Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at á fundinum í gjár kom fram, at nevndin eina ferð hevur tikið eitt mál til viðgerðar, hóast tað ikki var avgreitt í tinginum. Hetta verður kannað nú.

Og er eitt fordømi, kann hugsast, at Landsstýrismálanevndin tekur allar spurningarnar viðvíkjandi tunnilsmálinum til viðgerðar, hóast tingið ikki er liðugt við málið enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584