Vilja ikki siga hvør hevur sæð tunnilssáttmálan

bannari
Vilja ikki siga hvør hevur sæð tunnilssáttmálan
Tagnarskyldan er galdandi, til partafelagið Eysturoyartunnilin skrivliga gevur loyvi til, at upplýsingarnar kunnu almannakunngerast, ella latast víðari
Ein arbeiðsbólkur er settur at viðgera tunnilsmálið av nýggjum og skal koma við einum uppskoti um eina góða viku
 
07.09.2013 - 18:14

Tað verður dult sum mansmorð, hvør hevur sæð sáttmálan hjá Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Tað ber nevniliga ikki til at fáa at vita frá felagnum, hvør er sloppin at síggja sáttmálan. Heldur ikki, hvør hevur fingið tilboð um at síggja sáttmálan.

Kringvarpið hevur vent sær til advokatin hjá CIP, Inga Højgaard, fyri at fáa at vita, hvussu nógv eru sloppin at síggja sáttmálan hjá felagnum, og hvørji tey eru. Kringvarpið spurdi eisini, hvør hevði fingið tilboðið at síggja sáttmálan - um tað bara vóru løgtingslimir, sum høvdu fingið tilboðið.

Eingin viðmerking

Føroyski advokaturin svarar, at spurningar til CIP skulu vendast til Michael Carlsen, kunningarstjóra hjá PensionDanmark, sum ger íløgur gjøgnum CIP. Men danski kunningarstjórin svarar, at tey hava ongar viðmerkingar til spurningarnar hjá kringvarpinum.

-Vit hava lagt eitt uppskot fram um at fíggja, byggja og reka tunnilin. Og nú stendur tað til politikararnar at gera av, um teir vilja hava hesa loysnina ella ikki. Freistin hjá politikarum at síggja sáttmálan um Eysturoyartunnilin var úti týsdagin.

Politikarar, sum bóðu um at sleppa at síggja sáttmálan, fingu at vita frá CIP, at teir skuldu skriva undir eina trúnaðarváttan - eitt skjal um tagnarskyldu. Sambært hesum skjalinum binda politikararnir seg til eina víðfevnda tagnarskyldu. Teir sleppa ikki at almannakunngera ella geva víðari innihaldið í sáttmálanum. Heldur ikki upplýsingar, sum frammanundan eru alment kendar.

Tagnarskylda

Tagnarskyldan er galdandi, til partafelagið Eysturoyartunnilin skrivliga gevur loyvi til, at upplýsingarnar kunnu almannakunngerast, ella latastt víðari. Tað er ógreitt, hvat hendir við sáttmálanum við Copenhagen Infrastructure Partners. Eftir ætlan skuldi hann undirskrivast í juni, men orsakað av politiskum rumbuli um sáttmálan, varð málið útsett.

Løgmaður vildi hava nýggja lógarheiomild til landsstýrismannin at skriva undir sáttmálan, og tí endaði málið í tinginum aftur. Eisini onnur uppskot liggja í løgtinginum um at byggja Eysturoyartunnil. Í vikuni boðaði løgmaður frá, at semja er ikki um nakað av uppskotunum um Eysturoyartunnil - heldur ikki, um tað skuldi lata CIP einkarættin at byggja tunnilin.

Ein arbeiðsbólkur við formonnunum í samgonguflokkunum og embætisfólkum úr Landsverki, Innlendismálaráðnum, Vinnumálaráðinum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuna er settur at viðgera tunnilsmálið av nýggjum. Bólkurin skal hava eitt uppskot til loysn klárt um góða viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887