Tunnilsmálið: Rættarnevndin fingið freistina longda

bannari
Tunnilsmálið: Rættarnevndin fingið freistina longda
Nevndin skal lata løgtinginum álit 7. oktober
Rættarnevndin hevur fingið freist til 7. oktober at skriva álit í tunnilsmálinum
 
11.09.2013 - 08:55

Rættarnevndin hevur nú freist til 7.oktober at skriva álit um lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eysturoyartunnilin.

Nevndin fekk málið eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum 6.august. Tingnevndirnar hava ein mánað til at avgreiða tingmál. Men Rættarnevndin er ikki liðug við uppskotið hjá nú fyrrverandi landsstýrismanninum, hóast tað er viðgjørt á sjey fundum.

Nevndin er heldur ikki liðug við hini tunnilsuppskotini, sum hon fekk 6.august. Løgtingsformaðurin hevur nú givið Rættarnevndini freist til 7.oktober at koma við álitunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585