Rúni Joensen til avlops - vænta at finna eina loysn

bannari
Rúni Joensen til avlops - vænta at finna eina loysn
Innlendismálaráðið er niðurlagt, og tí er aðalstjórin vorðin til avlops. Men løgmansstjórin væntar at fnna eina loysn. Hini starvsfólkini sleppa í fyrstu syftu at alda fram í sínum størvum
Rúni Joensen hevur verið aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sum nú verður niðurlagt
 
14.09.2013 - 12:39

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevði fyrrapartin í gjár eina samrøðu við Rúna Joensen, aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, um framtíðina hjá honum í fyrisitingini.

- Eg vænti, at vit fáa eina avtalu í lag, sum er góð fyri báðar partar, sigur Marjun Hanusardóttir.

Tænastumannasettur

Rúni Joensen er tænastumannasettur, og hetta gevur honum ávís rættindi. Kann løgmansstjórin ikki ávísa honum eitt starv við somu tign, sum verandi starv, so kann hann fara til hús og kortini fáa aðalstjóraløn í trý ár.

Tað kann verða trupult at finna eitt starv við somu tign sum tað, Rúni Joensen hevur nú, tí aðalstjórastørvini verða í fyrisitingarhøpi mett at hava hægstu tign.

Men Marjun Hanusardóttir sigur seg hava góðar vónir um at finna eina loysn.

- Vit høvdu eina góða samrøðu, og eg vænti at vit finna eina loysn, sigur løgmansstjórin í stuttari viðmerking við útvarpið.

Í brennideplinum

Rúni Joensen hevur verið rættiliga nógv í brennideplinum seinastu mánaðirnar í sambandi við sáttmálan um Eysturoyartunnilin, sum skuldi gerast við Copenhagen Infrastructure Partners.

Ein sáttmáli, sum serliga andstøðan, men eisini limir í samgonguni, hava funnist at. Atfinningar, sum millum annað snúgva seg um, at tingið ikki hevur fingið allar upplýsingar í málinum, at sáttmálin er loyniligur og at útlendsku íleggjararnir fáa eitt lutfalsliga høgt avkast.

Hini starvsfólkini í Innlendismálaráðnum sleppa í fyrstu syftu øll at halda fram í sínum størvum. Ongin verður koyrdur úr starvi í tilgongdini at niðurleggja ráðið, men hvat hendir seinni, ber ikki til at siga. Starvsfólkini flyta væntandi út til tað ráðið, sum yvirtekur tað arbeiðsøkið, sum tað starvsfólkið situr við í løtuni.

Í Fiskimálaráðið

Tað ber í sær, at starvsfólkini, sum arbeiða við umhvørvismálum, flyta væntandi í Fiskimálaráðið at arbeiða, sigur Marjun Hanusardóttir. Hon fer í næstu viku at hava samrøður við øll starvsfólkini um teirra framtíð í fyrisitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585