Samgongan vil ikki skriva undir at seta kanningarstjóra

bannari
Samgongan vil ikki skriva undir at seta kanningarstjóra
Nú er greitt, at eingin í samgonguni fer at hjálpa andstøðuni at seta kanningarstjóra at kanna málið um Skálafjarðartunnilin
Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum, sigur, at landsstýrismálanevndin viðger mál um kanningarstjóra
 
19.09.2013 - 08:49

Andstøðan fær ikki hjálp fra samgonguni at seta ein kanningarstjóra at kanna málið um Skálafjarðartunnilin.

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sigur, at Høgni Hoydal hevur spurt allar tinglimirnar hjá Sambandsflokkinum um at skriva undir, men tað vilja tey ikki.

Hansara avgerð

At Johan Dahl, næstformaður í flokkinum rør framundir, at hann einki hevur ímóti at seta ein kanningarstjóra, er hansara egna avgerð. Hann kann ikki skriva undir sjálvur, tí hann er ikki í løgtinginum. Hann hevur kanska ikki vitað, at øll tingfólkini hjá Sambandsflokkinum vórðu biðin um at skriva undir, men søgdu nei.

Alfred Olsen vísir á, at løgtingið hevur landsstýrismálanevndina, sum skal kanna slík mál, og tað ger nevndin eisini í hesum førinum.

Altíð andstøðan

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur somu áskoðan, og heldur ikki teir fara at skriva undir. Bill Justinussen sigur, at tað altíð er andstøðan, sum kemur við slíkum uppskoti, og endamalið er bert at skapa øsing. Tí taki eg ikki undir við at seta ein kanningarstjóra, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum.

Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sigur, at málið um handfaringina av Skálafjarðartunlinum, er í landsstýrismálanevndini. Tað er hon, sum skal viðgera slík mál, og tað eiga vit at hava virðing fyri, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585