Her er nýggja norska stjórnin

Her er nýggja norska stjórnin
Javnstøða er í stjórnini - níggju menn og níggju kvinnur
18 ráðharrar manna nýggju stjórnina í Noregi
Mynd: Dagbladet  
 
16.10.2013 - 11:14

Níggju kvinnur og níggju menn manna nýggju borgarligu stjórnini í Noregi. 11 umboða Høgraflokkin og sjey Framburðsflokkin.

Erna Solberg, nýggi forsætisráðharrin, kunngjørdi nøvnini á ráðharrunum í Stórtinginum fyrrapartin, áðrenn leiðin gekk til kongsborgina har, stjórnin skuldi halda sítt fyrsta statsráð saman við gongi.

Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, verður forsætisráðharri. Hon er 52 ára gomul og hevur fyrr verið ráðharri í kommunumálum.

Her eru ráðharrarnir

Hini 10 stjórnarumboðini hjá Høgra eru hesi:

Børge Brende  uttanríkisráðharri, Bent Høie  handilsmálaráðharri, Jan Tore Sanner kommunumálaráðharri, Elisabeth Aspaker fiskimálaráðharri, Torbjørn Roe-Isaksen útbúgvingarmálaráðharri, Thorild Widvey mentamálaráðharri, Ine Eriksen Søreide verjumálaráðharri, Monica Mæland vinnumálaráðharri, Tine Sundtoft umhvørvisráðharri, og Vidar Helgesen verður serligur ráðharri í forsætismálaráðnum.

Umboðini hjá Framburðsflokkinumt eru Siv Jensen, sum verður fíggjarmálaráðharri, Solveig Horne, sum verður barnamálaráðharri, Ketil Solvik-Olsen samferðsluráðharri, Robert Eriksson arbeiðsmálaráðharri, Tord Lien olju- og orkumálaráðharri, Anders Anundsen løgmálaráðharri, og Sylvi Listhaug, sum verður andbúnaðarráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010