20 spurningar um embætisførslu løgmans í tunnilsmálinum

bannari
20 spurningar um embætisførslu løgmans í tunnilsmálinum
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, vil hava at vita, hvat løgmaður gjørdi á fundinum við CIP um Eysturoyartunnilin
 
17.10.2013 - 14:25

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, fyri Tjóðveldi, fer at seta løgmanni skrivligan fyrispurning um embætisførslu hansara í sambandi við tunnilsmálið, og um fundin, sum løgmaður hevði við Copenhagen Infrastructure Partners.

20 punkt eru í fyrispurninginum.

Kristina Háfoss vil m.a. hava at vita, hví løgmaður ikki hevur upplýst fyri almenninginum, at hann var einsamallur á fundi við CIP 27. juni - sama dag, sum avtala varð gjørd um milliónaendurgjaldið. Hon spyr, hvat varð avtalað, og um nøkur fundarfrágreiðing varð gjørd.

Spyr um innlit

Kristina Háfoss spyr eisini, um nakað fordømi er um, at landsstýrið hevur gjørt "break-fee" endurgjaldsavtalur í sambandi við verkætlanir hjá landinum, og um landsstýrið fer at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP.

Kristina Háfoss vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur tað vera rætt, og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara spurningum frá fjølmiðlum um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin

Skrivligur spurningur

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi sigur, at fleiri munnligir fyrispurningar ery settir løgmanni í tinginum um málið, men nøktandi svar eru ikki givin. Løgmaður hevur biðið um heldur at fáa spurningarnar skrivliga. Og fyri at fáa lýst embætisførslu løgmans nærri, og tað, sum er farið fram í málinum, verður hesin skrivligi fyrispurningur settur.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691