Fólkaflokkurin: Uppboðssøla kemur ikki upp á tal

Fólkaflokkurin: Uppboðssøla kemur ikki upp á tal
Fólkaflokkurin tekur ikki undir við uppboðssølu av fiskirættindum
 
03.11.2013 - 12:10

Tað gjørdi Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, greitt í sínari formansrøðu á landsfundinum í gjár.

Tað segði hann dagin eftir, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið, at tá tað hevur eydnast at fáa Fólkaflokkin at góðtaka 200 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum, fer tað eisini at eydnast at sannføra Fólkaflokkin um uppboðssølu av fiskirættindum.

Farnir undir samráðingar
Útvarpið boðaði fríggjakvøldið frá, at síðani heystfrítíðina hava umboð fyri samgonguflokkarnar havt tríggjar samráðingarfundir. Hesuferð er Sambandsflokkurin betri fyrireikaður enn í vár, tá løgmansflokkurin sá seg noyddan at steðga ætlanini hjá Jacob Vestergaard, tí hon eftir tykki Sambandsfloksins bar alt ov nógv brá av reinum fólkaflokspolitikki.

Vestergaard vildi millum annað hava, at einki áramál longur skuldi setast á fiskirættindini, men at landið skuldi kunnað siga loyvini upp við 7-9 ára freist. Tað vil siga, at uppsagnartíðin og møguleikin at seta uppsøgnina úr gildi aftur fór at fevna yvir tvey ella trý samgonguskeið.

Vestergaard mælti eisini til at strika hugtakið í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum í dag er ”Fólksins Ogn”, og ístaðin brúka orðingina ”Landsins Ogn”. Og hartil var ikki skuggin av nakrari uppboðssølu av fiskirættindum at hóma í uppskotinum hjá landsstýrismanninum við fiskimálum.

Hesin kosturin var í vár ov herskin hjá Sambandsflokkinum, sum trýsti á bremsuna og fór í arbeiðsrúmi at orða sítt egna uppskot, sum nú er lagt á samráðingarborðið saman við uppskotum frá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.

Hóast útvarpið ikki hevur fingið innlit í uppleggið hjá Sambandsflokkinum, so er greitt, at umstrídda uppboðssølan er partur av tí. Johan Dahl, sum saman við Alfred Olsen, eru sambandsumboðini í samráðingarbólkinum, sigur við Útvarpið, at uppboðssølan hartil er ”týðandi partur” at fáa við í nýskipanina.

Fólkaflokkurin er ímóti
Men tað kemur ikki upp á tal, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann segði í sínari formansrøðu, at við Jacob Vestergaard á odda er Fólkaflokkurin í holt við eina tiltrongda fiskivinnunýskipan. Fólkaflokkurin sigur seg vilja geva vinnuni tryggar karmar við vinnuloyvum fyri fleiri ár í senn. Greið lóg skal vera um útlendskan eigaraskap, og hvat skal avreiðast her hjá okkum.

Valið stendur millum tryggar karmar til okkara fiskivinnu ella útarming við uppboðssølu, segði formaður Fólkafloksins.

- Alternativið er uppboðssøla av øllum rættindum. Tað merkir sera ótryggar karmar. Eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurdálar í landskassan, men av royndum vita vit, at útlendingar við einum glastrevabáti keypa øll rættindini og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi. Okkara fiskivinna fær molarnar av útlendingaborði, og vinnan verður armað niður, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858