Kostar slakar 6 miljónir at leiga skip fyri Smyril

Kostar slakar 6 miljónir at leiga skip fyri Smyril
Norrøna verður sett í sigling millum Tvøroyri og Havnina. Leigan er 240.000 kr. um dagin
Smyril fer í dokk, og Norrøna skal ta tíðina røkja siglingina um Suðuroyarfjørð
 
03.12.2013 - 11:56

 

Tað kostar Strandfaraskipum landsins 240.000 kr. um dagin at leiga Norrønu at sigla fyri Smyril.

Tøl, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk í gjár frá Fíggjarmálaráðnum, vísa, at ætlanin er at leiga Norrønu í 21 dagar, tá Smyril skal hava nýggjan motor.

Leigan er 240.000 kr. um dagin, so tað fer at kosta fimm milliónir og 40.000 kr. at leiga Norrønu til Suðuroyarleiðina. Harafturat kemur ein millión til aðrar útreiðslur.

 

Eykajáttan til sjálvsábyrgdina

Sjálvsábyrgdin hjá Strandfaraskipum landsins fyri brotna motorin er tvær milliónir krónur. Teir pengarnar hevur Strandferðslan longu fingið við eykajáttan.

Strandfaraskip landsins hava mett, hvussu nógv tað kostar at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Tað kostar góðar seks milliónir krónur fyri tríggjar vikur. Men við at fremja ábøtur fyri okkurt um 2,5 mió. kr., meðan motorurin nú verður skiftur á Smyrli, so kann ætlaða dokkingin útsetast til 2016, møguliga heilt til 2017.  Pengarnir, níggju milliónir, verða tiknar frá Nólsoyarferjuni, so størri partur av teirri byggingini verður flutt frá 2014 til 2015.

 

Broytt tøl í fíggjarlógini

Fíggjarmálaráðið hevur broytt nøkur tøl í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2014.

Útreiðslurnar vaksa samanumtikið góðar 3,7 mió. kr. í broytta uppskotinum, sum Fíggjarnevndin fekk í gjár.

Men nýggjasta inntøkumetingin er ikki liðug enn, tí øll tølini fyri november skulu við, áðrenn Fíggjarnevndin fær metingina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Útreiðslurnar til rakstur vaksa 5,6 mió. kr. og íløgukontan veksur tvær milliónir. Men Búnaðargrunnurin skal niðurlagast 4,1 millión, so netto verður útreiðslan góðar 3,7 milliónir afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585