Avlop á íløgukontuni hjá Landsverki

bannari
Avlop á íløgukontuni hjá Landsverki
Vit kaga inn í yvirlit, ið vísur, hvussu nógvar pengar Landsverk hevur brúkt til tær nógvu verkætlaninar
Góðar 140 milliónir krónur leypa av á íløgukontuni hjá Landsverki í ár
 
06.12.2013 - 09:18

Tvær milliónir og 459.000 krónur eru farnar úr landskassanum í ár til at fyrireika Skálafjarðartunnilin.

Seks milliónir eru játtaðar at fyrireika útbjóðingina, so eitt sindur minni enn helvtin er brúkt.

Talið er í einum yvirliti, sum vísir, hvussu nógvar pengar, Landsverk hevur brúkt í ár til tær nógvu verkætlanir, ið Landsverk umsitur.

 

CIP fær ongar pengar í ár

Sambært yvirlitinum hevur Copenhagen Infrastructure Partners framvegis ikki fingið milliónina, sum danska íløgufelagið skuldi fáa, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki er undirskrivaður. Og milliónin verður ikki goldin í ár.

Í yvirlitinum er eisini ein teigur við útreiðslum, sum Landsverk væntar at brúka nú í desember. Og har er einki tal fyri Skálafjarðartunnilin.

Í yvirlitinum, sum Fíggjarnevndin fekk nú í vikuni, leypa góðar 140 milliónir av á íløgukontuni hjá Landsverki í ár. 147 milliónir vórðu fluttar frá 2012 til 2013. Landsverk væntar at brúka góðar 240 mió. kr. í ár.

Landsverk væntar til dømis at brúka góðar 70 milliónir til Skúladepilin í Marknagili í ár, so har leypa 46 milliónir av, sum verða fluttar til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887