Skattaprosentið óbroytt í Tvøroyrar kommunu

Skattaprosentið óbroytt í Tvøroyrar kommunu
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt. Býráðið á Tvøroyri hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2014.
Tvøroyrar kommuna ger íløgur í djúphavn, vatn, kloakk og gøtuljós
 
11.12.2013 - 12:07

Tvøroyrar býráð hevur á fundi hin 10. desember 2013 einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2014 við einum óbroyttum skattaprosenti uppá 23,5%. Barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, t.v.s. kr. 5.000,00 fyri hvørt barnið. Tað skrivar heimasíðan: sudurras.fo.

Inntøkurnar av persónsskatti eru mettar til kr. 54,5 mió. og av partafelagsskatti til kr. 1 mió.

Raksturin er mettur at geva eitt yvirskot uppá kr. 13 mió.

Játtan og íløgur

Í rakstrinum er m.a. oyramerkt játtan til innbúgv til skúlar, skúlagarðar, heilsustarvsfólk, innbúgv og amboð til barnatannrøktina, skjalasavn, stuðul til Tvøroyrar Bóltfelag, stuðul til nýtt neyst til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og stuðul til Tvøroyrar Fornminnissavn.

Tvøroyrar býráð hevur samtykt at gera íløgur fyri kr. 28,25 mió. í 2014. Íløgurnar eru  í djúphavn, vatn, kloakk og gøtuljós.

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, lántøku áljóðandi kr. 12,75 mió. og av gjaldførinum. Størsti parturin av íløgukarminum fer til bygging av 240 m. djúphavn.

Fara upp um álíkningina

Hetta førir við sær, at skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu fer upp um álíkningina.

Tískil hevur kommunan gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um, at skuldin verður undir álíkningini aftur við árslok í 2015.

Tvøroyrar Kommuna skal í 2014 gjalda kr. 10,7 mió. í avdráttum umframt rentur av lánum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585