Kommunur við Skálafjørðin samstarva um eldraøkið

Kommunur við Skálafjørðin samstarva um eldraøkið
Í seinasta lagi 1. mai næsta ár skulu kommunurnar hava funnið sær samstarvsfelaga. Eldraøkið verður lagt út 1. januar 2015
 
19.12.2013 - 15:32

Kommunurnar á Skálafjørðinum avtalaðu í gjár at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu skipa eldraøkið, tá tað eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita um eitt ár.

Í uppskotinum til løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, sum er lagt fyri løgtingið, verður mælt til, at kommunurnar í Eysturoy - tó ikki Eiðis- og Sunda kommunur - gerast eitt samstarvsøki.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava sagt frá, at tær báðar kommunurnar eru farnar undir eina tilgongd um at skipa eldraøkið hjá sær. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar í seinasta lagi 1. mai komandi ár hava skipað seg í kommunal samstarvsøki.

Kommunurnar hava ábyrgdina

Tá eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina av eitt nú heimatænastuni og eldrarøkt.

Kommunurnar skriva á heimasíðum sínum, at tíðliga næsta ár fara Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommuna at útgreina, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum skulu verða, og hvussu tær skulu skipast. Útgreiningararbeiðið skal enda við eini samstarvsavtalu, sum skal verða klár at undirskriva fyri 1. mai 2014.

Kommunurnar kring Skálafjørðin samstarva longu á fleiri økjum, eitt nú barnaverndartænastuna og Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012