Tunnilsmálið: Jørgen bíðar eftir flokkunum

bannari
Tunnilsmálið: Jørgen bíðar eftir flokkunum
Lógaruppskot um Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil er gjørt, men flokkarnir hava onga freist at svara
 
07.01.2014 - 08:10

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, bíðar eftir at frætta frá flokkunum, hvat teir halda um lógaruppskotið um partafelagið, sum skal gera og eiga Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin.

Allir flokkar fingu lógaruppskotið fyri jól, men teir fingu tó onga freist at svara, hvat teir halda um uppskotið, sigur Jørgen Niclasen. Tí er eingin fundur ásettur at leggja síðstu hond á tunnilsmálið, áðrenn tað fer í løgtingið.

15 milliónir

15 milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2014 til nýggja tunnilsfelagið.

Sambært landsstýrismanninum metir Landsverk, at tær kjarnuboringar, sum eru eftir at gera, fara at kosta 15 mió. kr. Sambært lógaruppskotinum, sum er til hoyringar hjá flokkunum, skal stovnast eitt partafelag, har landið eigur meirilutan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819