Barnaverndarøkið er nú býtt í átta øki

Barnaverndarøkið er nú býtt í átta øki
Fleiri kommunur samstarva um barnaverndarøkið
Barnaverndarøkið er farið úr 10 niður í átta samstarvsøki
 
20.01.2014 - 09:24

Kommunalu samstarvsøkini um barnavernd eru nú endaliga skipað. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur góðkent, at nú verða átta kommunal samstarvsøki um barnavernd.

Frammanundan vóru 10 samstarvsøki. Tað var í 2012, at Løgtingið samtykti at áleggja kommununum at skipa seg í færri størri samstarvsøki við freist frá 1. januar 2014. Síðani tá hava fleiri kommunur skipa samstarv um barnaverndarøkið.

Átta barnaverndarøki

- Allar sjey kommunurnar í Suðuroy

- Eysturkommuna og Fuglafjarðar Kommuna

- Kommunurnar í Norðuroyggjum

- Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur

- Kommmunurnar í Vágum saman við Vestmanna og Kvívíkar Kommunu

- Eiðis og Sunda kommunur

- Kommunurnar í Sandoynni

- Tórshavnar Kommuna, sum er einasta kommuna, ið er einsamøll um barnaverndarøkið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819