Fyrireika at yvirtaka eldraøkið

Fyrireika at yvirtaka eldraøkið
Klaksvíkar Kommuna er farin at fyrireika seg til at yvirtaka eldraøkið
Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu.
 
02.03.2014 - 11:51

Fríggjadagin hittust leiðarar, varaleiðarar, álitisfólk og aðrir lyklapersónar innan eldraøkið í Norðoyggjum í byráðshøllini í Klaksvík.
Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini hevði boðið til fundar.
- Vit ynskja at fáa eitt so gott innihald og so góða tænastu á eldraøkinum, sum til ber, eftir at kommunan hevur fingið ábyrgdina av tí, og besti háttur at røkka tí málinum er at spyrja tey, sum leiða og starvast innan hetta økið og tilhoyrandi áhugafeløgini, tí tey hava førleikarnar, royndirnar og vitanina innan eldraøkið, sigur Óluva Klettskarð í tíðindaskrivi.
Umleið 40 fólk vóru við á fundinum. 
- Hesin parturin av fyrireikingunum snýr seg um sjálvt innihaldið í eldratænastunum, og her kom nógv viðkomandi fram, sum vit skráseta og taka við í víðari fyrireikingarnar. Ætlanin er, at hesi fólkini hittast aftur, so vit í felag fáa ment tankar og hugsanir, sigur Óluva Klettskarð. 
Umframt tænasturnar og innihaldið, so snýr yvirtøkan av eldraøkinum seg eisini um tveir aðrar høvuðspartar: tann fíggjarliga og tann bygnaðarliga.
- Fíggarligi parturin er ógvuliga umráðandi at lýsa gjølla. 
Og triði høvuðsparturin av hesum máli fevnir um, hvussu kommunurnar skipa stýringina av eldraøkinum í Norðoyggjum. Her hava borgarstjórarnir havt nakað av samskifti, sum fer at halda fram komandi tíðina, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851