- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fólk deyð í spreinging í Islamabad
Fleiri fólk deyð í spreinging í Islamabad
Í minsta lagi 11 fólk er deyð, eftir at tveir sjálvmorðsbumbumenn lótu bumbur ganga av í einum rættarhøli í Islamabad fyrr í dag.
03.03.2014 - 10:00
Tveir menn við skotvápnum byrjaðu fyrst at skjóta frá hond í rættarsalinum, áðrenn sjálvmorðsbumbumenninir sprongdu seg sjálvar og onnur í luftina.
Dómari millum tey deyðu
BBC skrivar, at ein dómari er millum tey deyðu. Í minsta lagi 24 fólk vórðu løstað. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av bumbuspreingingunum.
Vápnahvíld
Hetta hendir beint eftir at talibanar í Pakistan hava boðað frá vápnahvíld í ein mánaða, og eftir at stjórnin hevur boðað frá, at flogálop á militantar talibanar steðga. Talibanski bólkurin, TTP, vísir aftur, at hann hevur nakað við álopið í rættarhølinum at gera.
Kelda: BBC
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV