Íslendsk skip bíða eftir svartkjafti

Íslendsk skip bíða eftir svartkjafti
Fimm skip liggja í Havn og fimm á Tvøroyri
 
10.04.2014 - 14:47

Tíggju íslendsk skip eru komin til Føroya at bíða eftir svartkjaftinum. Fimm skip liggja í Havn og fimm á Tvøroyri.

Skipini bíða eftir, at svartkjafturin kemur norður um bretska markið í føroyskan sjógv, tí íslendingar sleppa ikki at fiska svartkjaft í ES-sjógvi.

Tey, sum hava bíðað longst, komu á Tvøroyri sunnudagin.

Tvey íslendsk skip hava roynt í føroyskum sjógvi ella í gráu leiðini millum Bretland og Føroyar og hava fingið eitt sindur, skrivar íslendska reiðaríið HB Grandi á heimasíðu sínari.

Bara 12 íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í senn, so tí koma íslendsku skipini til Føroya at bíða.

Tá er styttri á fiskileið, tá svartkjafturin kemur, og tað ræður um hjá skipunum at vera millum 12 tey fyrstu á fiskileið.

Í fjør fingu íslendingar fyrsta svartkjaftin í føroyskum sjógvi tann 6.apríl.

Og meðan íslendingar bíða í føroyskum havnum eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fara føroysk skip til Íslands at landa svartkjaft úr ES-sjógvi, tí bíðirøð er hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858