Svartkjafturin er ikki komin í føroyskan sjógv enn

Svartkjafturin er ikki komin í føroyskan sjógv enn
Føroysku skipini hava góðan fiskiskap í ES-sjógvi 80-90 fjórðingar sunnan fyri føroyska markið.
 
15.04.2014 - 15:30

Í gjár fekk Finnur Fríði til dømis 1200 tons av svartkjafti, Jupiter boðaði Vørn frá 1120 tonsum, og Tróndur í Gøtu hevði 1000 tons.

Nakrir russiskir trolarar eru í føroyskum sjógvi, ein boðaði frá, at hann fekk 84 tons av svartkjafti í gjár og ein annar fekk 77 tons.

Russisku skipini virka svartkjaftin umborð og leggja seg ikki eftir at fáa tær stóru nøgdirnar í senn.  

Íslendski skipini, sum hava bíðað í føroyskum havnum eftir svartkjaftinum, eru nú sambært Vørn á gráu leiðini millum føroyska markið og bretska markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585