Aftur brek: Teistin siglir ikki

Aftur brek: Teistin siglir ikki
Tekniskt brek á Teistanum ger, at siglingin um Skopunarfjørð er skerd
 
17.04.2014 - 12:44

"Ternan er farin í sigling á Sandoyarleiðini, og røkir “Silja Star” siglingina á Nólsoyarleiðini fyrsta túrin av Havnini kl. 16:20 í dag."
 

Tað boðar Strandfaraskip landsins í einari kunngerð. Tekniskt brek umborð ás Teistanum er orsøkin til órógvaðu siglingina um Skopunarfjørð. 

Teistin siglur ikki orsakað av teknisku trupulleikunum. Silja Star siglir ístaðin av Skopun kl. 14:00 og kl.15:00, og av Gomlurætt kl. 14:30.
Ternan siglir av Gomlurætt túrin kl. 15:45, og siglir eftir ferðaætlanini restina av degnum.
 

Sambandi við Sandoynna er frammanundan skert um páskirnar. 

Týsdagin boðaðu borgarstjórarnir á Sandoynni frá, at teir hava leigað Froy at sigla millum Skopun og Gomlurætt teir báðar halgidagarnar, langa fríggjadag og páskadag, tá Strandferðslan ikki siglir.

Froyur, sum tekur 48 ferðafólk, men ikki bilar, fer at sigla av Gomlurætt kl 10.00 og 19.00, og úr Skopun kl 10.30 og 19.30 báðar dagarnar.

Teistin skuldi eftir ætlan á beding mikudagin. Sum skilst siglir Teistin ikki aftur, áðrenn hann skal á beding

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851